Sambært heimasíðiuni hjá Strandfaraskipum Landsins, so er talið av ferðafólkum, ið hava ferðast við Sam higartil í ár 14.608 í mun til 11.477 sama tíðarskeið í fjørð (fyrstu fimm mámnaðirnar) Vøksturin er um 22%.
Verður hugt eftir ferðafólkatalinum fyri mei mánaða, so er ein ógvuslig øking her, nevniliga 3.764 ferðafólk í mai 2015 ímóti 2.429 ferðafólk í mei mánaða 2014, ein vøkstur upp á umleið 52%.
Lítið er at ivast í, at standmyndin av kópakonuni í Mikladali eigur ein stóran leiklut í ógvusliga vøksturinum av verðafólki í Kalsoynna.
Nevnast kann, at tá talan er um Svínoyarleiðina, so er ógvuslig minking á tí leiðini. Við Svínoyarleiðini ferðaðust 4.493 fólk fyrstu fimm mánaðirnar í 2014, ímeðan einans 2.941 fólk hava brúkt hesa leiðina sama tíðarskeið í 2015. Tá tosað verður um Svínoyarleiðina, sum eisini umfatar Fugloynna, so skal takast við, at veturin í á hevur verið sera harður, og slíkur vetur rakar heilt víst Svínoyarleiðina harðari enn Kalsoyarleiðina.




