Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vodafone lækkar prísirnar til ung og lesandi

Vodafone

Vodafone lækkar nú prísin fyri lesandi og barnafamiljur í Føroyum. Við RED Ung kunnu lesandi og ung 18 ár ella yngri nú tosa og sms’a frítt fyri einans 99 kr. um mánaðin – ein príslækking á nærum 60%.

Kappingin á fjarðskiftismarknaðinum hevur í seinastuni verið um prísir í útlandinum. Vodafone ynskir nú at gera meira fyri at betra um korini í Føroyum – hetta við m.a. at tendra fyrsta 4G net í landinum, og nú við at bjóða munandi betur prísir til ung og lesandi.

– Okkara partur skal ikki liggja eftir í at gera tað lættari fyri barnafamiljur og lesandi at liva í Føroyum, sigur Gudny Langgaard, stjóri í Vodafone.

RED Ung er fyri øll, sum eru 18 ár ella yngri, og fyri lesandi við lestrarkorti frá Ó. Haldið skal verða knýtt at einum vanligum RED haldi í familjuni.

Vodafone
Harleywoodpaint