Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Guitarkonsert við vinnaranum av Stellu Polaris

Tíðindaskriv

Sunnudagin 5. juli 2015 skipar Konsertfelagið fyri konsert við Stella Polaris vinnaranum, Alva Joensen. Við sær hevur hann guitarleikaran, Max Näpel, og saman mynda teir guitarduoina, Nordic Guitar Duo.

Alvi Joensen er 24 ára gamal og uppvaksin í Norðagøtu. Longu sum 8 ára gamal, byrjaði Alvi saman við beiggja sínum at spæla guitar í musikskúlanum í Gøtu. Musikkskúlin í Gøtu hevur havt stóran týdning fyri tónleikaáhugan og menningina hjá Alva – serstakliga hevur tónleikalærarin tey fyrstu árini, Magnus Jakobsen, havt ein týðandi leiklut og var tað hann, ið gav Alva innlit í klassiskan guitartónleik. Seinnu árini í musikskúlanum í Føroyum, var Alvi næmingur hjá guitarleikaranum, Ólavi Jakobsen, ið eisini hevur havt stóran týdning fyri Alva sum tónleikara.

Síðani 2010 hevur Alvi búleikast í Malmø í Svøríki, har hann í summar fekk masterprógv frá tónleikaháskúlanum. Í heyst fer hann undir diplomútbúgving á sama skúla.

Fyrr í ár gjørdist Alvi nummar 1 í Stellu Polaris kappingini fyri ungar klassiskar tónleikarar. Dómararnir lýstu Alva sum eina sanna stjørnu við djúpum innliti í tónleiki. Talan er sostatt um ein av okkara fremstu klassisku tónleikaspírum og eitt av mongu úrslitunum av tí framúrskarandi arbeiði, ið musikskúlarnir í Føroyum gera.

Max Näpel byrjaði eins og Alvi at spæla guitar sum 8 ára gamal, og er í løtuni næmingur á sama tónleikaháskúla, har hann júst er liðugur við eina bachelor útbúgving í tónleiki. Seinni í ár fer hann undir masterútbúgving.

Alvi og Max hava spælt nógv saman og samstarvaðu í sambandi við teirra próvtøkukonsertir í summar, og tað er ein partur av próvtøkuskránni, har serliga suðuramerikanskur guitartónleikur fylti nógv, ið vit nú fáa høvi at hoyra í Føroyum.

Konsertin verður í Norðurlandahúsinum sunnudagin 5. juli kl. 16.00. Atgongumerki fáast í Norðurlandahúsinum og kosta kr. 75,-. Børn undir 12 ár sleppa inn ókeypis.