Kristian R. Davidsen, sum hevur stjórnað Føroya Tele seinastu níggju árini, hevur tikið av einum tilboði um at gerast stjóri í TELE-POST í Grønlandi. Nevndin í Føroya Tele leitar nú eftir nýggjum stjóra at byrja í seinasta lagi 1. januar 2016.
Kristian R. Davidsen verður nýggjur stjóri í TELE-POST í Grønlandi. Hesum boða nevndin í FØROYA TELE og nevndin í TELE-POST frá í dag.
Nevndin fyri FØROYA TELE takkar í hesum sambandi Kristiani R. Davidsen fyri dygdargott arbeiði.
“Kristian R. Davidsen hevur gjørt eitt sera gott arbeiði við at effektivisera og umskipa Føroya Tele til eitt væl rikið telefelag, sum veitir føroyingum samskiftistænastur á høgum stigi,” sigur Ómar Svavarsson, nevndarformaður í FØROYA TELE.
“Tey níggju árini, sum Kristian R. Davidsen hevur staðið á odda fyri Føroya Tele, eru stórar broytingar gjørdar til tess at gera raksturin meira skynsaman. Føroya Tele er í dag ein fíggjarliga sterk fyritøka, sum er tekniskt væl fyri, og tískil kann veita tær bestu tænasturnar til brúkaran fyri ein so góðan prís sum gjørligt,” sigur Ómar Svavarsson.
Kristian R. Davidsen byrjar í TELE-POST, sum svarar til Tele Greenland, í seinasta lagi 1. januar 2016.
“Nógvar broytingar eru gjørdar í Føroya Tele hetta tíðarskeiðið, eg havi verið stjóri, og saman hava starvsfólk og leiðarar megnað at skapt okkum eina sterka støðu, soleiðis at vit eru væl fyri at møta framtíðini á fjarskiftisøkinum. Føroya Tele hevur nógv sera dugnalig starvsfólk við førleikum á altjóða stigi, og eg fari at takka øllum fyri tey tøk, sum eru tikin til frama fyri Føroya Tele hesi árini,” sigur Kristian R. Davidsen.
TELE-POST í Grønlandi fegnast um at hava fingið Kristian R. Davidsen sum stjóra at menna grønlendska telefelagið.
“Kristian hevur gjøgnum sína starvsleið og seinast í Føroya Tele víst góð úrslit – úrslit, sum hava tikið støði í samspæli og fyrililiti fyri eigarum, kundum og starvsfólkum. Eg gleði meg til samstarvið,” sigur nevndarformaðurin í TELE-POST, Stine Bosse.
Kristian R. Davidsen gleðir seg somuleiðis til nýggu avbjóðingina:
“Fyri tíð síðan fekk eg eina áheitan frá TELE-POST um at gerast stjóri, og eftir gjølla umhugsan valdi eg at taka av tilboðnum. Eg síggi nógvar spennandi møguleikar fyri TELE-POST, sum eg gleði meg til at geva mítt íkast til, so tað kann menna seg komandi árini,” sigur fráfarandi stjórin í FØROYA TELE.
“Samstundis er tað umráðandi fyri meg, at Føroya Tele verður latið trygt víðari til mín eftirmann- ella kvinnu, og tí er avtalað við nevndina, at eg haldi fram sum stjóri, til nevndin hevur funnið aðra loysn,” sigur Kristian R. Davidsen.
Nevndin í Føroya Tele fer nú undir eina tilgongd at viðgera, hvat krevst av einum komandi stjóra, og hvør er tann rætti avloysarin fyri Kristian R. Davidsen í samsvari við leiðina hjá Føroya Tele frameftir, sigur Ómar Svavarsson, formaður í Føroya Tele.




