Systrarnar, Rúna – og Hallveig Hansdóttir lata upp listaframsýning, fernisering í Ribarhúsi mikudagin, 8. juli kl. 17:00. Tær hava nú í mong ár hildið um síni egnu penslabørn, alt tey upp í einum góðum anda og ført teirra strok út á løriftið í dygdargóðum, livandi litum. Tær eru uppvaksnar við Lerkarás, har faðirin, Hans J. Hansen, yngri á Brúnni og mamman, Wilhelmina , búðleikaðu við sínum børnum. Hans Jakku var ein listalig opinberin. Hann kallaði Lerkarás fyri Listamannabreytin. Tey búðu niðast við, og Alexandra og Frits búðu ovast við. Hans sang, spældi upp á harmoniku, spældi sjónleik, gjørdi løg, málaði, yrkti, gav bókina út á Brúnni og skrivaði t. d. Dagsins mál í Dimmu. Systrarnar hava gott í kjøtið borið og hava gjørt vart við seg í Danmark, Jyllandi og Hallveig hevur stillað út í New York. Ja, hetta er vakurt at røkka av Falkarás út í tann víða listliga heim við sínum yndisligu strokum. Hetta er gáva til gagns, sum vit onnur, kunnu njóta gott av.




