Nýggj uppgerð vísir, at tað íongari kommunu er so stórur skattainntøku vøkstur í prosentum sum í Klaksvík.
Fyribils skattauppgerð frá Taksvísir, at telja vit ikki Fugloyar Kommunu uppí, har bara umleið 40fólk búgva, so er Klaksvíkar Kommuna tann kommunan av størru kommununum, har størstiskattainntøku vøksturin er, um vit hyggja í prosentum. Heili 13,67 % meir kom inn í skattihigartil í ár samanborið við í fjør. Tølini siga, at góðar 83milliónir eru komnar inn í ár mótvegis góðum 73 milliónum fyrisama tíðarskeið í fjør.
Allar tríggjar kommunurnar, ið havatvísiffraðan vøkstur í prosentum eru úr Norðoyggjum. Í Fugloyar Kommunu ervøksturin yvir 25 % og í Viðareiðis Kommunu er hann yvir 11 %.
Alt yvirlitið fyri fyrstu 6 mánaðirnarí 2015 kann síggjast í viðheftu myndum, ið eru frá Taks.




