Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

HB innrásin í AB veksur

Jákup Ósá

Enn ein ”HB leikari” hevur gjørt avtalu við AB.

Hesaferð er talan um Trónd Jensen, ið altíð hevur umboðað HB í Føroyum. Tað er in.fo, ið ber tíðindini um nýggja AB leikaran, sum skal spæla við AB restina av kappingarárinum. 22 ára gamli Tróndur spælir vanliga á sentrala miðvøllinum og hevur hetta árið verið í Danmark og spælt við ÍF Føroyum. Tróndur kann flokkast í bólkin av uppruna HB leikarum, sum ongantíð veruliga hava bitið seg fastar á liðið. Fleiri av hesum hava leitað til AB, har útlitini fyri spælitíð helst eru betri.

Frammanundan spæla m.a. Kristin R. Mouritsen, Jógvan Skeel Nolsøe, Magnus Egilsson, Andras B. Vágsheyg og Søren N. Samuelsen við AB. Harafturat komu Bárður Olsen og Kári Nielsen eisini frá HB, tá teir skiftu til AB, hóast hesir ikki eru uppaldir í HB. Og so er AB høvuðsvenjarin Sámal Erik Hentze eisini uppaldur í HB.

AB liggur í løtuni næstaftast í Effodeildni.