Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fýra bátar landaðu í dag á Kósini

Jákup Ósá

Myndarøð: Vestmenningur, Skoraberg, Grønanes og Norðsøki landaðu í góðveðrinum í dag.

Vestmenningur, Skoraberg, Grønanes og Norðsøki landaðu á Kósini í dag.

Vestmenningur og Skoraberg hava roynt eftir gulllaksi og høvdu báðir fulla last ella tilsamans góð 300 tons. Teir vóru úti í 8 dagar.
Grønanes kom inn vegna maskinskaða. Hann var júst byrjaður at fiska og hevði umleið 12.000 pund.
Norðsøki, ið fór avstað 2. juli, hevur verið undir Íslandi og roynt við snellu. Hann hevði umleið 65.000 pund. Eins og hjá Grønanes, so var meginparturin upsi, sum verður víðari virkaður inni á Kósavirkinum.  

Myndirnar eru tiknar norðuri á Kósini, har menn frá Malltek eisini skiftu takið á Kósini, í morgun.