Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Meksikanskur doktari skal venja Ægir

Jákup Ósá

Ægir fekk í vikuni sín fyrsta útlendska venjara nakrantíð.

Ægir hevur í gjár fingið sín fyrsta útlendska venjara nakrantíð.
Tað er Norðoya Partalurin, ið veit hetta at siga. Dr. Juan Jaime Arroyo Toledo – ella Jaime, kallaður – er doktari í ítrótti sum í sínari ritgerð skrivaði um periodisering í svimjing. Periodisering er hátturin sum venjingin verður doserað yvir árið, har klassisk svimjivenjing byrjar við grundvenjing við fokus á úthaldni og grundleggjandi styrki, fyri síðani at skifta til meira intensa venjing, og tað sum svimjararnir nú einaferð skulu gera á týdningarmestu kappingum, skrivar Norðoya Portalurin.
Formaðurin í Ægir, Símun á Høvdanum, er eisini væl nøgdir við venjaran, men tað er ov stutt tíð liðin, at siga hvussu góðir hann er, men spennandi verður tað, at fáa ein útlendskan venjarar fyri fyrstu ferð til felagið og er málsetningurin hjá Ægir er, at vit skulu liggja heilt har frammi í føroyski svimjing.