Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Marni er byrjaður uppá tjaldið

Jákup Ósá

Marni Isaksen hevur verið við til at sett stóra tjaldið upp á hvørjum ári fyri Summar Festivalin. – Í ár tekur tað nakað longri tíð, men ætlanin er, at tað skal standa klárt sunnudagin.

Í góðveðrinum mikukvøldið sóust fyrstu tekini um, at Summar Festivalurin nærkast. Stór bingja var komin á økið, har stóra tjaldið skal standa. Marni Isaksen var longu farin í gongd við at seta upp, og hann hevur á hvørjum ári verið ein av oddamonnunum til at sett stóra tjaldið upp. Í ár verður tó nakað longri at seta tað upp, væntar hann.

– Undanfarnu ár er tjaldið komið nakað væl inná vegin. Men soleiðis verður ikki í ár. Tað merkir, at vit mugu gera nýggj hol niður í vegin, og tað tekur tíð. Men ætlanin er, at tjaldið skal standa uppi sunnudagin. Tó bíða vit við dúkunum, sum skulu leggjast omaná, men tað er skjótt at gera. Tað er hetta stóra tjaldið, sum er størsta takið, men tað plagar at ganga væl. Hini smærru tjøldini eru nógv skjótari at seta upp, sigur Marni Isaksen við Norðlýsið. Í kvøld var hann einsamallur, men seinni í vikuni vera nógv fleiri hjálparfólk.

Summar Festivalurin byrjar um góðar tvær vikur.