Tað manglaðu ikki fólk, tá grind var hildin til í Sandagerði hóskvøldið.
Tá seðlarnir komu út í morgun var greitt, at grindin taldi 142 hvalir og 1009 skinn. Hon bleiv býtt í drápspartar. Til eina slíka grind hevði hetta vanliga givið nógv í part, men so var ikki hesaferð. Tí ikki færri enn 1100 fólk og 150 bátar luttóku í drápinum. Siga vit, at 6 fólk í miðal vóru umborð á hvørjum báti, so vóru 2000 fólk í drápinum. Tað gevur eitt gott hálvt skinn í part, sum tó er betri enn einki. Um øll 2000 fólkini beinleiðis luttóku í drápinum sigur søgan einki um, men í øllum førum vóru tey skrásett fyri at hava luttikið.




