Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kalsoyardagur í morgun leygardagin

Oliver Joensen

Sum sæst á skránni aðrastaðni her á síðuni, so byrjar skráin fyri Kalsoyardagin longu klokkan 8.30 á Syðradali.

Fyrireikararnir vænta nógv fólk í oynna í morgin, tí verður heitt á fólk, sum veruliga ætla sær onkran gongutúrin ella at hoyra Eivør Pállsdóttir syngja við Kópakonuna, at fara um fjørðin so tíðliga sum gjørligt, tí av royndum vita vit, at seinastu túrarnir um miðdagsleitið mangan eru fullsettir. Setir ein eitt nú álit á at sleppa yvirum klokkan eitt, so er vandi fyri at ein stendur eftir á Stongunum.

Nógv verður gjørt burturúr í Kalsoynni. Eitt nú hevur kokkurin Magni Garðalíð fingið ein nýggjan mobilan køk, sum hann fer at seta upp í Mikladali, og har fer at bera til at fáa smakkiroynd av kópatvøsti.

Kópatvøst sigst vera góður matur. Frá søguni vita vit, at føroyingar í gamlari tíð mettu virði av kópinum høgt. Men nú munnu flestu føroyingar als ikki hava roynt hetta tvøstið, so nú verður møguleiki til tess í Kalsoynni.

Flutningur við skipi og bussum, eins og atgongd til konsertina kostar 200 krónur. Tað er Norðoya Kunningarstova, ið stendur fyri forsøluni av atgongubondum. Kunningarstovan hevur opið til klokkan 17 í dag.

Tað verður eisini møguleiki at keypa atgongumerki við ferjuleguna, men tá krevst reiður peningur kostnaðurin er altso 200 kr fyri vaksin, 50 fyri børn íillum 16 og 7 ár, børn yngri enn 7 ár, ókeypis.