Starvið sum varastjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er leyst at søkja til setan 1. oktobur 2015 ella eftir nærri avtalu.
Sum varastjóri verður tú ein partur av yvirskipaðu leiðsluni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Næst fyrisetti er sjúkrahússtjórin.
Klaksvíkar Sjúkrahús hevur umleið 120 fólk í starvi í fleiri yrkisbólkum.
Ábyrgd og heimildir hjá sjúkrahúsleiðsluni
– Sjúkrahúsleiðslan hevur í felag yvirskipaðu leiðsluna av Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Í hesum liggur: visjónir, mál og menning, sjúklingaviðgerð, diagnostikkur og røkt, gransking, langtíðar fysisk og fíggjarlig planlegging, stovnsmenning og leiðslumenning.
– Sjúkrahúsleiðslan skal virka og uppfatast sum ein heild við sjúkrahússtjóranum sum tann, ið hevur endaligu ábyrgdina yvirfyri Heilsumálaráðnum.
Serligt ábyrgdarøki hjá varastjóranum
– Ábyrgd av yvirskipaðu samskipanini á røktarfakliga økinum.
Ábyrgdarøkið og arbeiðsuppgávur eru neyvari greinaðar í starvslýsing, sum er til taks.
Førleikakrøv
– Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur (autorisatión)
– Útbúgving innan sjúkrarøkt frá hægri lærustovni
– Leiðsluroyndir, bæði innan røktarøkið og við fíggjarætlanarábyrgd
– Kunnleiki og innlit í fíggjarstýring
– Holla vitan um sjúkrarøktina á fleiri økjum
– Framskygni viðvíkjandi røktarfakligu menningini
– Kunna taka avgerðir saman við hinum í leiðsluni
– Skapandi evni og óbundin av vanahugsan, duga og tora at raðfesta uppgávur
– Góð samstarvsevni
– Góð samskiftisevni
– Góð leiðsluevni
Løn og setanarviðurskifti:
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Setanarøkið fevnir um Heilsumálaráðið og stovnar undir tí. Arbeiðsstaður verður Klaksvíkar Sjúkrahús. Setanarmyndugleiki er Heilsumálaráðið. Talan er um fulltíðarstarv.
Tann, ið settur verður, má tola møguligar broytingar í starvinum.
Nærri fæst at vita um starvið, starvslýsing v.m. við at venda sær til Hera Ellingsgaard, sjúkrahússtjóra, tlf. 454545 ella heri@ks.fo.
Umsókn við avrit av prógvum v.m. skal sendast til:
Klaksvíkar Sjúkrahús
Starvsfólkadeildin
Sniðgøta 1
FO-700 Klaksvík
Umsóknarfreistin er 20. august 2015.
Klaksvíkar Sjúkrahús
Sniðgøta 1
FO 700 Klaksvík
Tel 45 45 45
Fax 45 73 63
www.ks.fo




