Við Petr Cech á odda vinnur Arsenal meistaraheitið í ár.
Hannis Egholm er næstur í røðini at svara spurningum um komandi kappingarár í Premier League. Hann er Arsenal viðhaldsmaður og væntar, at Arsenal vinnur meistaraheitið í ár.
1. Hvør vinnur Premier League 2015/16?
Arsenal
2. Greið frá í stuttum, hví so verður?
Teir líktust einum komandi meistara seinnu kappingarhálvu 2014-15, og við Petr Cech í málinum taka teir gullið hesaferð
3. Hvørji lið enda í topp 4 (í rættari raðfylgju) í Premier League?
Arsenal – Chelsea – Manchester City – Manchester United
4. Hvør verður toppskjútti í Premier League?
Diego Costa
5. Hvat er besta keypið í summar í Premier League?
Petr Cech
6. Hvat lið fer at yvirraska posetivt í Premier League og greið í stuttum frá hví?
Southampton, tí teir í ótrúligan mun megna at framleiða stór talent í longum banum. Okkurt tílíkt fer helst eisini at stinga seg upp í ár.
7. Hvat lið verður størsta vónbrotið í Premier League og greið í stuttum frá hví?
Liverpool enn einaferð. Har er einki høpi á innkeypunum, og bara Benteke sær út sum ein líkinda styrkur.




