Karl Heri Joensen, sum eigur og rekur fyritøkuna KHJ Nýgerð, stríðist saman við øðrum á Summar Festivalinum við at leggja gongubreyt.
Karl Heri Joensen, sum eigur og rekur fyritøkuna KHJ Nýgerð, stríðist saman við øðrum á Summar Festivalinum við at leggja gongubreyt.
Tað er ikki ”bara, bara” at gera eina gongubreyt, sum ber nógvar smálutir í sær. Karl Heri Joensen hevur fram til Summar Festivalin og á Summar Festivalinum arbeitt av øllum alvi, at gera gongubreytina uttan fyri Alfa Bókhandil og J.A.P. lidna. Teir hava næstan nátt málinum.
– Vit fáa hana næstan lidna áðrenn vit gevast í dag. Vit gevast áðrenn klokkan seks, tí klokkan seks byrjar gamli fótbóltsklassikarin í millum KÍ og HB, sigur arbeiðsformaðurin.
– Tað ber ikki til at arbeiða, tá ein so týdningarmikil fótbóltsdystur verður avgreiddur.
Eftir dagin í dag fara teir allir á Summar Festival. Eftir tógvið stríð er gott at sleppa at hvíla seg. At Summar Festivalur eisini er, er sjálvsagt eitt pluss.




