Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rinda sjálvi fyri læknaviðgerð?

Bárður Kass Nielsen

Fá av okkum munnu ynskja eitt slíkt samfelag í Føroyum. Eitt samfelag har tað er neyðugt, at vit sjálvi gjalda fyri læknaviðgerð, røkt o.a. Nýtt Sjálvstýri ynskir heldur ikki at koma í eina slíka støðu! Men við verðandi fíggjarpolitisku gongd kann hetta skjótt gerast ein veruleiki. Vaksandi tørvurin á eldrarøkt komandi árum fara at gera tað trupult at avmarka vøksturin í almennu nýtsluni. Inntøkurnar í landskassanum mugu tí vaksa tilsvarandi, fyri at landskassaúrslitið skal hanga saman.

Ávís átøk eru sett í verk hesum viðvíkjandi. Forskatting av pensiónum, sum kom í gildi í 2012, hevur verið við til at bøta um inntøkusíðuna. Bara í 2013 vóru hesar inntøkur 247 mió. kr. Men hóast hesar árligu upphæddir koma væl við her og nú, er forskatting av pensiónum ein stuttskygd og vandamikil loysn. Tí hetta eru pengar ið heldur áttu at verið brúktir at fíggja eldraøkið við, tá fólk sum í dag eru væl fyri, koma at fáa brúk fyri røktartænastum í framtíðini.

Sambært framrokningum frá Búskaparráðnum fer aldursbólkurin 80+ at vaksa við 146% fram til 2050, ímeðan fólk í arbeiðsførum aldri fer at minka 10-20%. Vit fara tí at hava brúk fyri hvørjum oyra av pensiónsskattinum í framtíðini. Pengum sum man velur at brúka í dag í staðin.

Nýtt Sjálvstýri ynskir tí at rætta upp uppá fíggjarpolitisku kósina. Um hetta ikki verður gjørt, eru vit í vanda fyri at spæla okkum av við vælferðartænastur, sum vit í dag taka fyri givið. Fíggjarpolitikkurin má tí gerast haldførur, so okkara børn og barnabørn eisini kunnu nýta gott av vælferðartænastunum í framtíðini.

Uppgávan er stór og avbjóðandi. Men longri vit bíða við neyðugu átøkunum, truplari blívur tað. Nýtt Sjálvstýri er til reiðar at seta átøk í verk hesum viðvíkjandi.

Bárður Kass Nielsen,

Nýtt Sjálvstýri

Harleywoodpaint