Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

VIDEO: MEGA MEGA vatnkríggj á Sjómannadegnum

John William Joensen

Í ár er longu greitt at talan verður um aldarinnar størsta vatnkríggj fríggjadagin og baði føroyska sjóverjuskipið Brimil og danska verjuskipið Triton hava boða frá luttøku. Harafturat er Kaptain Gardar farin at byggja eina borg sum kemur at standa á kajuni har hann saman við sjórænarum fer at verja borgina

Í ár er longu greitt at talan verður um aldarinnar størsta vatnkríggj fríggjadagin og baði føroyska sjóverjuskipið Brimil og danska verjuskipið Triton hava boða frá luttøku. Harafturat er Kaptain Gardar farin at byggja eina borg sum kemur at standa á kajuni har hann saman við sjórænarum fer at verja borgina

Fríggjadagin kl. 18:00 Fiskikapping á Kósabrúnni

Stór fiskikapping fyri SJÓRÆNARAR á Kósabrúnni fyri bæði gentur og dreingir.Børnini skulu sjálvi hava tráðu við. Agn verður útflýggja á bryggjuni

19:00 VATNKRÍGGJ Á VÁNNI

Sjóverjuskipini BRIMIL og TRITON luttaka. Eftir fiskikappingina leggja SJÓRÆNARA-SKIP at bryggjuni har farið verður umborð.Børn skulu verða í bjargingarvestum og regnklæðum og helst verða sminka sum sjórænarar. Spyrji endiliga vegleiðarar sum eru á bryggjuni um tað er nakað sum tit ivast í.

Øll – bæði børn og vaksin, sum fara umborð á bátarnar kunnu roknað við at gerast dýggj vát og tí er gott at hava heit klæði við sær. Foreldur ella avvarðandi skulu verða saman við børnunum. Tann stóri sjórænara kongurin mælir til, at børnini gera seg út við vatn ballónum, tí vanligar luftballónir kunnu ikki nýtast,- tær bresta ikki eins lætt.

Sløkkilið úr fleiri økjum í landinum luttaka.

Tilmelding til fiskikapping og vatnkríggj er í EIK Banka í Klaksvík og tey sum koma inn á gólvið fáa vatn ballónir (avmarkað nøgd) at brúka til at kríggjast við. Vinnararnir av sjálvari fiskikappingini verða heiðraðir á stórapalli á Sjómannadegnum leygardagin 23. august.

KAPTAJN GARDAR – vatnkríggj.Av tí at tað kann gerast heldur rokaligt hjá teimum smæstu børnunum umborð á skipunum verður skipað fyri einum vatn kríggið á landið fyri smærru børnini – á bryggjuni frammanfyri KRYVJING . Her ber eisini til at síggja skipini kríggjast á Vánni. Kaptain Gardar skipar fyri og luttekur í vatn krígginum!

Eftir vatnkríggið er Kakao, Sunkist og góðgæti til børn og vaksin við stórapall í Klaksvíksgarðinum.

Her eru tvey video. Annað vísir størsta vatnkríggið sum verið hevur tá fyrst var farið út í Kallsoyarfjørð at kastað fløskupost. Av atlitið til trygdina gongur nú alt fyri seg inni á Vánni og farið verður beinleiðis til vatnkríggj.

Norðoya Bjargingarfelag hevur smærri bátar sum ansa eftir trygdini meðan vatnkríggið er.

Eingin sleppur umborð uttan bjargingarvest.