Við sínu lætta og ofta skemtiliga tónalag, megnaði Andras Sólstein, søgufrøðingur, rættuliga at toga okkum við inn í tíðina, sum teir báðir Alex Sólstein og Byrger Heinesen mintust frá ungum døgum. Hesir báðir høvdu so at siga uppliva tíðina á egnum kroppi og sinni, so tað var sera áhugavert, tá Andras brúkti hesar báðar sum eygnavitni undir søguliga framburðinum hjá sær.
Ein kundi lættiga ímynda sær hvussu tað mundi kennast tá, tá eitt bumbuflogfar so at siga kom buldrandi gjøgnum bygdina, nóg illa leyst av húsatekjunum, við gløðandi maskinbyrsum og harafturat slepti bumbum.
Vit, sum vóru møtt í Ósáskúlanum í kvøld, ella eitur hann nú Skúlin á Skúlatrøð, vórðu rættuliga sett aftur í krígstíðina.
Karl Birgir Isaksen bjóðaði vegna Føroya Sjómannadag, øllum vælkomnum og takkaði Andrasi fyri fyrilesturin.




