Í gjárkvøldið, 20. august, sat ein av Vágsheygafrensunum og spældi á einum av kendastu tónleikapallunum í heiminum.
Í gjárkvøldið hevði Danska Radiosymfoniorkestrið promendadu- framførslu í Royal Albert Hall í London, og millum tónleikararnar sat Páll Sólstein, sum er limur í Kongaliga danska Kapellinum, men var útlántur til Radioorkestrið til hesa serligu framførslu. Konsertin var í sambandi við, at tað eru 150 ár síðani Carl Nielsen var føddur, og var tað serliga hansara tónleikur, sum var framførdur, men eisini violinkonsertin av Brahms við kenda danska violinsnidlinginum Nikolai Schneider sum solisti. Tað er sjálvandi ein serligur heiður fyri orkestrið at koma at spæla á einum so heimskendum palli, og ummælini vóru sera positiv fyri orkestrið, sum vað mett millum heimsins bestu millum annað av dirigentinum Alexander Prior.
Páll Sólstein er annars ein fjølbroyttur tónleikari; hann hevur í summar spælt til nógvar konsertir í samband við Summartónar, hevur lagt til rættis tónleik fyri Aldubaruna, millum annað fyri Hanus G, og fyri fjúrtan døgum síðani spældi hann á Vágsbø á Summarfestivalinum saman við Frændum. So tónleikaspektur hansara spennir víða.
Páll byrjaði annars sína karrieru sum tónleikari í Jerusalem Symfoniorkestri, har hann spældi í tvey ár, var síðani i Odense Symfoniorkestri og Sønderjyllands Symfoniorkestri, men hevur nú havt fast starv í Kongaliga Kapellinum í skjótt tjúgu ár.




