Tá hendan samgongan tók við var Annika Olsen sett sum landsstýriskvinna í almannamálum. Fjølmiðlarnir vóru skjótir at siga, at hetta fór at gerast ein trupul uppgáva.
Tá eg líti afturum og hyggi hvat er komið burtur úr, er rúgvan stór.
Nevnast kann at:
– eldraøki er lagt út til kommunurnar
– eldralóg
– barnaumboðsmaður settur á stovn til tess at verja rættindini hjá børnum
– barnahús sett á stovn, hetta fyri at bøta um hjálpina til børn, ið eru útsett fyri kynsligum harskapi og øðrum harðskapi
– depil til fjølbreka børn og ung bygdur í Runavík
– 16 íbúðir til sálarsjúk bygt í havn
– 12 íbúðir til fólk við menningartarni bygdar í Klaksvík
– 12 íbúðir til fólk við menningartarni bygdar í Runavík
– Fountain húsið arbeiðsrættað tilboð til fólk við sálarsjúku
– stuðulsjáttanir til barnabæta
– Berin
– heimlísið og kris
– Lógin um arbeiðsfremjandi tiltøk (rúmligur arbeiðsmarknaður)
– Lóg um endurvenjing.
Fyri at hendan góða gongdin kann halda fram, er neyðugt at velja ein sterkan Fólkaflokk inn á ting.
Gott val!
Trúgvi Gudmundarson, valevni Fólkafloksins




