Nýggjasta veljarakanningin vísir, at tað kunnu blíva fáar atkvøður, sum skilja flokkarnar týsdagin.
Javnaðarflokkurin er framvegis størstur í veljarakanningini, men tað er lítil og eingin munur millum teir fýra størstu flokkarnar í nýggjastu veljarakanningini hjá Dimmalætting. Av smærru flokkunum gongur Nýtt Sjálvstýri fram og kann gerast avgerandi flokkurin, tí tað er óvist, um Nýtt Sjálvstýri velur samgonguna ella andstøðuna, um flokkurin fær avgerandi leiklutin til at skipa nýggja samgongu sum í hesi kanningini.
Velkjarakanningin hjá Dimmalætting gevur hetta úrslitið:
Fólkaflokkurin 20,8 % – 7 tingfólk
Sambandsflokkurin 19,6 % – 6 tingfólk
Javnaðarflokkurin 21,3 % – 7 tingfólk
Nýtt Sjálvstýri 4,9 % – 2 tingfólk
Tjóðveldi 18,0 % – 6 tingfólk
Framsókn 8,7 % – 3 tingfólk
Miðflokkurin 6,7 % – 2 tingfólk




