Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Yrking: Satt frælsi

Harry á Lakjuni

Satt frælsi

So vakurt og stórt alt frá Skaparans hond,
so undrunarvert alt tú skoðar.
Tað liggur jú opið, tað sæst um øll lond,
um mátt Guds og stórleika boðar.

Hann myndaði mannin og kvinnuna við,
Seg sjálvan sum fyrimynd hevði.
Hann lívsanda blásti – alt andaði frið,
í bróst teirra ævina legði.

Men ormurin snildi tey dáraði so,
í hjørtuni sáddi hann iva.
Hann vendi á høvdið øll Skaparans boð:
“Tit skulu ei doyggja, men liva”.

Enn ormurin upphugsar óndskaparráð,
hin sami hann er sum í forðum.
Sum faðir at lygnini lúgva hann má
og ofta við sleiskandi orðum.

Og stundum sum leyvan hann vísir sín mátt,
men oftast sum eingil seg vísir,
tá vandin er størst – ger tað ónda til gott,
hann hugmóð í hjartanum hýsir.

Við dárandi talu, ei sigur hann satt,
hann lygnina teskar í oyrað
– tó orðini klæðir í “sannleik og rætt”,
so vakurt kann tykjast at hoyra.

Um javnstøðu, mannarætt, frælsi og frið
so vakurt kann tykjast at ljóða,
í orrustu síni – slíkt brúkar hann við,
tó deyðan bert hevur at bjóða.

Við óndskaparherinum við sína lið
hann dregur alt niður í skarnið
og kallar tað frælsi, ja, mannarætt við,
at týna tað ófødda barnið.

Tann pakt, sum við vísdómi væl skipað varð,

í hjúnaband saman at fara,

nú metast skal javnt við tað, Skaparin sær

sum andstygd – ein skomm og vanæra!


Ja, stórt var várt fall, men Gud talar tó enn,
í kærleika vil okkum náða.
Satt FRÆLSI Hann býður til kvinnur og menn,
so æviga friðin vit fáa.

Harry á Lakjuni

Harleyfacadeacryl