Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú er næstan eins høg valluttøka sum seinast í Klaksvík

Jákup Ósá

Klaksvíkingar hava verið óførir at valt seinastu tímarnar, tí nú er valluttøkan næstan eins høg sum seinast um somu tíð.

Kl. 19.00 høvdu 2531 fólk valt í Klaksvík. Tað eru 4 fólk færri enn í 2011. Sostatt er nærum eingin munur á, har tað fyrr í dag vísti seg at vera nógv lægri val undirtøka enn seinast. Men tá var valið leygardagin og arbeiðsloysið størri, so helst hava fólk í nógv størri mun verið upptikin av arbeiði í dag.
Kl. 19.00
2015: 2531 fólk
2011: 2535 fólk
2008: 2649 fólk