Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eyðun: Tað er størst trýst á venjarastarvið í KÍ

Jákup Ósá

FM venjarin dylur ikki fyri, hvat venjarastarv í Føroyum inniber størst trýst.

Søguligi FM venjarin í B36 er klaksvíkingurin Eyðun Klakstein. Í samrøðu við Rás 2 sunnudagin, tá B36 hevði endurvunnið sítt FM heitið, so tosaði hann um mangt og hvat. M.a. nevndi hann, sum helst tey flestu kunnu taka undir við, at serligt trýst er á, tá talan er um venjarastarvið í KÍ.

– Tá man er venjari í KÍ og í Klaksvík, so rokni eg við, at tað er tað starvið í Føroyum, sum mest trýst er á yvirhøvur. Óansæð um tað gongur væl ella illa, segði Eyðun Klakstein m.a. við Rás 2.