Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tónabrúgvin byrjar við einum braki

Danial Viðoy

Spaniastova fer nú aftur í gongd við Tónabrúnna, sum er partur av vetrarskránni. Leygarkvøldið spælir sera væl umtókti bólkurin úr Vágunum, Vágaverk.

Spaniastova fer nú aftur í gongd við Tónabrúnna, sum er partur av vetrarskránni. Leygarkvøldið spælir sera væl umtókti bólkurin úr Vágunum, Vágaverk.

Vágaverk sleppur fyri fyrstu ferð at royna seg í Spaniastovu, tá ið teir koma norður at spæla leygarkvøldið klokkan 22.00.

Fyrireikararnir fyri Spaniastovu siga millum annað, at:

– Vit kunna gleða okkum til konsertina, tí sjálvandi hava teir við sær tað sjáldsama vágasoundi. ’Medistarin í karry’ er við og annað, sum kann krydra eitt gott leygarkvøld í Klaksvík í september.

Atgongumerki kunnu bíleggjast, sum vanligt á tlf. 457151 og facebooksíðuni hjá Spaniastovu.