Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

OKTOBERFEST í Dansifrøi 10. oktober kl. 19.00.

Danial Viðoy

Rimmar Oktoberfest við borðhaldi, serbryggi frá Føroya Bjór, týskum mati, undirhaldi og nógvum festligum tyrolaratónleiki og føroyskum sangi. Langborð verða sett upp til gestirnar at sita við soleiðis, at fólk skulu fáa eina kenslu av, at vera stødd mitt í München.

Rimmar Oktoberfest við borðhaldi, serbryggi frá Føroya Bjór, týskum mati, undirhaldi og nógvum festligum tyrolaratónleiki og føroyskum sangi. Langborð verða sett upp til gestirnar at sita við soleiðis, at fólk skulu fáa eina kenslu av, at vera stødd mitt í München.

Tað einasta keðiliga við hesi veitsluni er, at hon er samstundis sum at árliga KÍ-veitslan er. Men hvør norðoyingur fer til Havnar í staðin. Tað er ið hvussu er ikki nakar rættur norðoyingur ella KÍ-ári.

Men hølini fara at hava ein KÍ-dám, skilir Norðlýsið á lagnum:

Hølini í Dansifrøi verða prýdd við bláum og hvítum, ið eru litirnir, sum altíð eyðkenna Oktoberfestir. Føroy Bjór ger eisini nógv burturúr og bryggjar serbrygg bara til hetta kvøldið.

Jan Gardar verður borðstjóri og tað er í røttum lederhosen stíli. Til sangin undir borðhaldinum eru tað Saggi & Hans Pauli sum spæla undir við harmoniku og Fýri Fýrar undirhalda. Eisini vitja tveir “kendir” sangarar sum eru eyðkendir fyri teirra tyrolara sangir.

Aftaná borðhaldið verður dansur við Spaðar 5 (sum eisini eru í Lederhosen hetta kvøldið)

Oktoberfest?
Oktoberfest er ein veitsla, sum hevur sín uppruna í Týsklandi, og sum fær fólk í sera gott lag. Skipað varð fyrstu ferð fyri Oktoberfest í München fyri 200 árum síðan, og síðan hava tiltøk av hesum slag breitt seg um allan heim.

Vertir, starvsfólk, undirhaldar, tónleikarar og fyrireikarar vera øll í Dirndlkleid og Lederhosen og lagt verður upp til at gestir eisini lata seg í til høvið.

Fyrireikararnir siga at Oktoberfestin er eisni eitt upplagt høvið hjá fyritøkum, bindiklubbum, vinarbólkum at hava teirra árligu veitslu.

Tað ber til at fylgja við á Facebook fyri meira info.