Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ella Leivsgarð ávirkaði Sigurd til at fara til Ungarn

Jákup Ósá

(Budapest) Sigurd Syderbø hevði lisið uppá, áðrenn hann fór til Ungarn.

Ein av fáu føroysku áskoðarunum í Ungarn er Sigurd Syderbø. Og vit skulu langt aftur í tíðina fyri at finna veruliga orsøkina fyri, hví Sigurd hevur valt at fara við hendan túrin til Ungarn. Tí tað var í fólkaskúlanum, har táverandi lærarin Ella Leivsgarð í landalæru tímunum gav eina so góða frágreiðing um Ungarn, at Sigurd líka síðani hevur havt eitt ynski um at sleppa til hetta landið.

Søgulig støð

Sigurd hevur lagt eitt sindur av ætlanum fyri, hvørji støð hann skal vitja á túrinum.

– Eitt er at uppliva undirgrundsbanarnar í Budapest, sum eru millum teir elstu í Europa. Síðani eru tað onkrar av kirkjunum, sum eru her í Budapest og so at vitja avdeildingina hjá jødunum, tá teir búðu her í Budapest. So eitt sindur av søguni í Ungarn hevur man sett seg inní áðrenn man fór avstað, sigur Sigurd.

– Sjálvur landsdysturin hevur ikki so stóran týdning fyri mín túr. Eg havi verið fleiri túrar fyrr við landsliðnum og tað kann viðmælast, tí tað er ein stór uppliving at koma til hesi londini, sum man annars ikki kemur til, heldur hann.

Fyri sjálvan dystin hevur Sigurd góðar vónir.

– Eg trúgvi uppá ein javnleik og fáa vit tað, so eri eg sera væl nøgdur, sigur Sigurd Syderbø.

Les eisini annað tilfar úr Budapest:

Einar Waag mátti framskunda veðrarnar

Rúni Elttør: Atli Gregersen hevur góða ávirkan á hinar leikararnar

Myndarøð: Føroyingar venja á Puskás Ferenc Stadion í Budapest

Atli Gregersen: Ein fyrimunur at Ungarn fer eftir stórsigri

Hesir báðir KÍ leikararnir eru nærmast A-landsliðnum

Kaj Leo og René fáa møguleikan

Føroyska ferðalagið komið til Ungarn