Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nógv ivamál undan Rumenia dystinum

Jákup Ósá

(Budapest) Føroyska A-landsliðið vandi í Budapest í morgun áðrenn fráferðina til Føroyar í kvøld. 

Til venjingina luttóku allir leikararnir uttan Gunnar Nielsen, Sonni Ragnar Nattestad og Viljormur Davidsen. Allir hava teir skaðar at dragast við og ógreitt er, um teir vera klárir. Men sum skilst í hópinum, so eru góðar vónir fyri, at teir kunnu spæla. Og í Føroyum er stórt ivamál, um Fróði Benjaminsen verður klárur til dystin. Seinastu útmeldingarnar søgdu, at tað var sera ivasamt. Sostatt er møguleiki fyri, at Fróði hevur spælt sín seinasta landsdyst.
Til venjingina á Puskas Ferenc Stadion í morgun høvdu leikararnir, ið byrjaðu inn í gjár, eina lætta venjing, meðan hinir koyrdu á.