Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

EIVØR VIÐ TVINNUM ÚTGÁVUM Í ÁR

tíðindaskriv

18. septembur kom onnur útgávan frá henni í 2015. Fyrr í ár kom ensktmælta plátan Bridges, og nýliga varð síðsta hond løgd á føroysktmæltu systraplátuna Slør. Tvær ymsar útgávur, ið tó eru vorðnar til í sama tíðarskeiði sum partar av somu sangskrivingartilgongd.

Í sambandi við útgávurnar SLØR og BRIDGES hevur Eivør útgávukonsert í Spaniastovu fríggjakvøldið 23. oktober !

Stund er at gleða seg til nýggjan tónleik, sum Eivør framførir í Spaniastovu 23.okt. kl 22.

18. septembur kom onnur útgávan frá henni í 2015. Fyrr í ár kom ensktmælta plátan Bridges, og nýliga varð síðsta hond løgd á føroysktmæltu systraplátuna Slør. Tvær ymsar útgávur, ið tó eru vorðnar til í sama tíðarskeiði sum partar av somu sangskrivingartilgongd.

Eivør lýsir tilgongdina handan tær báðar systrapláturnar soleiðis: ”Meðan eg skrivaði sangirnar, komu teir allatíðina til mín á tann hátt, at eg skrivaði ein enskan tekst og beint eftir kom ein føroyskur tekstur – eitt slag av spegilsmynd. Teir flestu sangirnir eru skrivaðir saman í pørum.” Talan er altso bæði um tvey ymisk verk og um eitt savnað verk.

Har Bridges er ljós og langtandi er Slør meira rá og reflekterandi. Bridges ber dám av heimlongsli, vinskapi og kærleika. Slør ber hinvegin brá av útlongsli og tráan eftir frælsi. Tróndur Bogason hevur framleitt, Høgni Lisberg stóð fyri beat framleiðslu og afturat teimum leika Mikael Blak, Hallur Johnsson og Angelika Nielsen á plátuni, ið er upptikin í Studio Bloch í Havn.

Eivør er sostatt í einum produktivum og kreativum tíðarskeiði, og hevur stóra viðgongd í m.a. Týsklandi, har hon hevur spælt yvir 50 konsertir í 2015 aleina. Bridges og Slør eru ávikavist hennara níggjunda og tíggjunda plátuútgáva.