Shelterbox tiltak og innsavning í Perluni.
Shelterbox tiltak og innsavning í Perluni.
Rotary skipar í døgunum 23. og 24. oktober fyri framsýning av Shelterbox og Water Survival Box, sum verða brúkt í samband við hjálpararbeiði í neyðstøddum økjum kring heimin. Ein “box” av hvørjum er komin til Føroyar og verða tær sýndar fram í Perluni í Havn fríggjadagin kl 10-17 og leygardagin kl 11-16. Ein Shelterbox er millum annað eitt sertelt, vatnfiltur og neyðsynjarútgerð, sum er nokk hjá einum húski at húsast í fleiri mánaðir.
Shelterbox átakið spratt úr Rotary felagsskapinum í Bretlandi í 2001. Kassarnir verða bornir heilt út til vanlukkuøki av starvsfólkum hjá Shelterbox fyriskipanini.
Shelter Box
Ein Shelterbox er í stuttum ein kassi við einum sertelti, búnýtum og útgerð – nokk hjá einum stórum húski at húsast í mánaðir. Hetta er komið væl við hjá mongum familjum í neyðstøddum økjum kring knøttum seinastu 15 árini. Síðani 2001 hava 110.000 fólk í 75 londum havt ágóðan av eini Shelterbox. Ein Shelterbox kostar 5.000 kr.og veitir tak yvir høvdi beinanvegin.
Water Survival Box
Water Survival box er eitt stórt ílat, køksúterð og eitt filtur, sum ger tað møguligt at reinsa skitið vatn til drekkivatn.
Sertelt og útgerð verða bornar út til vanlukkuøki har tað er tørvur á hjálp. Eitt nú verður í hesumm døgum skipað fyri flutningi av Shelterboxum til flóttarlegur á Lesbos og í Sýria.
Á tiltakinum í Perluni er ætlanin at vísa telt og útgerð fram og hava framløgu og video, sum vísir hvussu hjálpararbeiði fer fram. Endamálið hjá Rotary er savna pening inn til nakrar boxir at senda til Sýria og til Grikkalands í samband við flóttafólka avbjóðingarnar sum eru í løtuni og at kunna um, hvussu tað er møguligt at hjálpa á staðnum í samband við vanlukkur og annað.
Leygardagin seinnapartin luttekur eisini navnframi Jógvan við tónleiki.
Allur stuðul til tiltakið er vælkomin. Ein kann velja at geva 50 kr – 100 kr ella meiri. Ein kann eisini velja at seta seg fyri eini Shelterbox við at geva kr. 5000 ella eini Water Survival Box við at geva
kr 1500. Allur stuðul er vælkomin. Stuðlast kann við at geva reiðan pening í Perluni fríggjadagin ella leygardagin ella við at seta peningin á konto í Bank Nordik 6460 5183318
Allur stuðulin fer óskerdur til hjálpararbeiðið.
Vegna
Tórshavnar Rotary
Richard Mortensen, Forseti




