Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stór innrás av klaksvíkingum í ÍF

Jákup Ósá

Seinastu 12 árini hava nógvir klaksvíkingar spælt við ÍF.

Gunnar Christiansen er tann seinasti í røðini av mongu klaksvíkingunum, sum hava spælt við ÍF seinastu 10-12 árini.

Síðani Norðoyatunnilin kom, so hevur streymurin av klaksvíkingum til ÍF verið alsamt vaksandi.

Í ár spældu 4 klaksvíkingar við ÍF umframt, at høvuðsvenjarin seinastu umførini eisini var klaksvíkingur. Síðani Norðoyatunnilin kom í 2006, so er tað blivið meir og meir vanligt, at klaksvíkingar hava spælt við ÍF. Tann seinasti í røðini, sum skifti til ÍF, var Gunnar Christiansen. Harafturat er ikki vist, at Gunnar verður tann seinasti, tí sum skilst, so er møguleiki fyri, at U21 landsliðsmálverjin, Fríði Sigurðsson, heldur fram í ÍF, har hann tá væntandi kemur at kappast við Ivan Stojkovic um málmansplássið, hóast tað ikki er endaliga staðfest, hvar Ivan spælir í 2016. Eisini Ivan Joensen er nevndur sum ein møguleiki til miðvøllin hjá ÍF.

Niðanfyri er yvirlit yvir klaksvíkingar í ÍF aftur til 2004, tá ÍF flutti upp í bestu deildina eftir nøkur ár í næstbestu deildini.

2016(higartil): Poul N. Mikkelsen, Henry Heinesen, John Daniel Guðjonsson, Gunnar Christiansen og Kristoffur Jakobsen (umframt hjálparvenjaran Jákup Mikkelsen)

2015: Fríði Sigurðsson, Poul N. Mikkelsen, John Daniel Guðjonsson og Kristoffur Jakobsen

2014: Jákup Mikkelsen, Poul N. Mikkelsen, Jógvan Isaksen og Krisoffur Jakobsen

2013: Jákup Mikkelsen, Poul N. Mikkelsen og Rudolf Eliasen

2012: Jákup Mikkelsen

2011: Jákup Mikkelsen

2010: Jákup Mikkelsen

2009: Rógvi Jacobsen

2008:

2007: ÍF í næstbestu deildini

2006: Karstin Joensen, Julian Samuelsen, Tórður Lervig og Arnold Joensen

2005: Rúni Elttør

2004: Karstin Joensen og Rúni Elttør