Fyribyrging: Søga varð skrivað í síðstu viku, tá ið kinesisku myndugleikararnir alment kunngjørdu, at heimsins fjølbygda land strikar eitt-barnapolitikkin. Nú kunnu kinesiskar kvinnur eiga tvey børn.
Fyribyrging: Søga varð skrivað í síðstu viku, tá ið kinesisku myndugleikararnir alment kunngjørdu, at heimsins fjølbygda land strikar eitt-barnapolitikkin. Nú kunnu kinesiskar kvinnur eiga tvey børn.
Tað er nú loyvt øllum kinesiskum kvinnum, bæði í bygd og í bý, at fáa tvey børn. Hetta varð almannakunngjørt í síðstu viku, og fekk hetta álvarsligar avleiðingar fyri hítiídnaðin.
Fyri tað fyrsta fingu hesi boðini kursin at hækka munandi hjá matvøruframleiðarunum Danone og Nestle, tí hetta m.a. er gott fyri ’erstatning’ av móðurmjólk.
Men harafturímóti gekk straks verri hjá japanska hítiframleiðaranum Okamoto Industries. Hann gekk heili 10 prosent aftur á Børsinum.
Tað skrivar E24.no.




