Seinasta vikuskiftið vunnu leikarar hjá Klaksvíkar Badmintonfelag heili 22 heiðursmerkir í kappingini “Marine Harvest Open” í Tórshavn.
Hetta skrivar KBF á heimasíðu teirra um kappingina:
“Okkara leikarar kláraðu seg sera gott seinasta vikuskifti í Havn, har Grand Prix 2 var leikt. Hjá teimum vaksnu hevur Rani í Bø hjá KBF lagt seg á odda í Grand Prix kappingini og Rainer eisini úr KBF er nummar tvey, flott av KBF leikarunum.
Hjá gentum í U11 hava okkara røsku gentur lagt seg á odda og eigir KBF nummar eitt , KBF nummar tvey og HBF nummar trý, KBF eigur eisini nummar fýra,gott kempa gentur
Okkara leikarar fingu tilsamans 22 heiðursmerki, og kunnu vit verða sera væl nøgd við tað. Tað var eisini stuttligt at síggja, at fleiri av okkara ungu KBF leikarum vunnu heiðursmerki fyri fyrstu ferð. Millum annað leikti Silja Sivertsen seg fyri fyrstu fer til eitt heiðursmerki í badminton, og vann hon bronsu í U13 d gentur. Eisini Jóel M Jacobsen vann sítt fyrsta heiðursmerki í Marine Harvest Open, hann gjørdist nummar tvey í U11 D, í sama bólki vann Benjamin Norðoy Villhemsen bronsu, tað var hansara fyrsta kapping
Næsta Grand Prix kapping verður í Klaksvík 5. og 6. des 2015, tann kappingin kallast JFK-Open.
Til Marin Harvest Open var met høgt luttakaratal, og stuttligt var at síggja eitt nýtt badmintonfelag verða við fyri fyrstu fer. Nápur sum tað kallast, vann eisini fleiri heiðursmerki, og eisini gull, flott flott, og vilja vit í KBF ynskja Nápu hjartaliga vælkomin í badminton í Føroyum”
Les meira og sí fleiri myndir á www.kbf.fo




