Fyri løtu síðani tosaðu vit við skiparan á Kallanesi, Árni Zachariassen. Tá Kallanes aftur av túrinum sigldi fram við Gomlurætt. Hann var í góðum lag í dag, tí teir hava fingið nógvan fisk vestanfyri. Bragd gevur 14.000 pund upp, Líðhamar 10.000, Kallanes 9.000 og Norðsøki 10.000 pund.
Væl var at fáa, hjá okkum er tað mesta toskur, ein túr fingu vit sunnudagin við 6.000 pundum. Men tað var eitt ógvusligt bølt vestanfyri í nátt, so menn eru helst útlúgvaðir, nú teir koma aftur í dag, men í góðum lag, tí fiskiskapurin hevur verið góður.




