Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tingmenn hefta seg við ójavnar í uppskoti til hjúnabandslóg

John William Joensen

Málið um broytingar í hjúnabandslógini fær bylgurnar at ganga høgt og millum annað hava landstýrisfólk ikki hildið seg aftur við at verða við í orðaskiftinum. Men fleiri hava heft seg við at uppskotið noyðir allar borgarstjórar at víða samkynd og harafturat verður við hesum uppskotinum lógivið beinleiðis fyri Fólkakirkjuna.

Bíblian hevur verið nógv á lofti har báðir partar hava inndrigið skriftirnar. Onkur væntar Guðsdóm meðan onnur halda at relgión er rótin til alt ilt.

Uppskotið hevur sera stóran politiskan týdning fyri samgonguna tí verður uppskotið ikki samtykt kann samgongan ikki vænta sær stuðul frá Sonju Jógvansdóttir, sum er avgerandi fyri samgonguna.

Spurningurin er eisini um uppskotið ikki longu hevur skatt samstarvið í samgongu, við tað at greitt er at samgongan samlað ikki stuðlaði uppskotinum. Um andstøðan verður avgerandi í hesum málinum, er trupult at ímynda sær at samgongan kann telja til 17 tá onnur mál verða løgd fyri tingið.

Harleywoodpaint