Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýtt skúvadalshús komandi summar

Oliver Joensen

Tað hevur verið gongd á málinum um Skúvadalshúsið í vetur. Samband hevur verið ímillum Skótalið Nólsoyar Pálls, Umhvørvis og býarskipanarnevndina hjá Klaksvíkar Kommunu har Kristian Eli Zachariasen er formaður og so Tekniska skúla í Klaksvík.

Tað sum liggur í kortunum nú er, at ætlanir eru um at næmingar á Tekniska Skúla undir leiðslu av Sjúrði Sólstein, skulu smíða eitt nýtt hús. Skótalið Nólsoyar Páls og Klaksvíkar Kommuna skulu í felag útvega fígging, eins og SNP skal stoypa nýtt fundament har eysturi.

Sum skilst, so er ætlanin, at Skúvadalshúsið nýggja, skal vera opið fyri almenninginum, eins og gamla húsið hevur verið og at húsið skal vera undir leiðslu og ábyrgd hjá teim gulu skótunum í Klaksvik, SNP nevndir.

Kristian Eli Zachariasen, býráðslimur og formaður í Umhvørvis og býarskipanarnevndini hjá Klaksvíkar kommunu sigur, at enn eru ikki allar samráðingar lidnar, men málið er sett og tað er, at húsið skal standa liðugt komandi summar.