Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jobmatch fullteknað við metluttøku

Tíðindaskriv

Árliga starvsstevnan Jobmatch er fullteknað við 40 fyritøkum og stovnum, sum hava hug at koma á tal við føroyingar – bæði herbúgvandi og útisetar.

Árliga starvsstevnan Jobmatch er fullteknað við 40 fyritøkum og stovnum, sum hava hug at koma á tal við føroyingar – bæði herbúgvandi og útisetar.

Arbeiðsloysi í Føroyum er sera lágt – og tað er møguliga orsøkin til metstóra áhugan hjá fyritøkum og stovnum at luttaka á Jobmatch.Royndir uttanlanda vísa, at í slíkum tíðum hava starvsfólk hug og dirvi til at kunna seg um nýggjar starvsmøguleikar. Samstundis er frálandavinnan í einum aldudali orsaka av lágum oljuprísum.

Tískil eru fyritøkur við í ár, sum vilja koma á tal við føroyingar við útbúgving og royndum, og sum sóknast eftir nýggjum avbjóðingum. Harumframt er Jobmatch eitt gylt høvi hjá lesandi í Føroyum og uttanlanda at kunna seg um uppgávuevni og starvsmøguleikar í Føroyum.

Starvsstevnan verður týsdagin 29. desember í Norðurlandahúsinum. Tað er ókeypis at luttaka – og á heimasíðuni jobmatch.fo ber til at kunna seg um fyritøkur og stovnar. Somuleiðis ber til at bíleggja sær eitt JobPrát á heimasíðuni.

Harleywoodpaint