Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein fittur nósi við Biskupsstøð í morgun

Oliver Joensen

Dagrøktarar, ið gingu túr við børnum í morgun, ringdu til Norðlýsið og boðaðu frá, at ein lítil nósi lá í grasinum beint omanfyri sjóvarmálagøtuna við Biskupsstøð í morgun, niðanfyri húsið hjá Trølla Pæturi.

Vit fingu nakrar fittar myndir, sí niðanfyri, og hertil fingu vit hann aftur á sjógv. Ikki tíð, hann kundi kanska ligið har. Men valla hevði hann fingið frið leingi, og heilt vandaleysir eru teir ikki.

Bjárni Mikkelsen , serfrøðingur í slíkum havdýrum sigur at ein skal ansa sær tá ein nærkast slíkum nósum, tí teir hava hvassar tenn og hartil eru teir ótrúliga kvikir.

Tað er vanligt fyribrygdi, at nósarnir síggjast kring landið hesa tíðina. Eftir at opnan, tað er mamman, hevur føtt teir, letur hon teir liggja uppi á landi í einar tríggjar vikur. Hon kemur so til nósan av og á og gevur honum at súgva sera feitu mjólk sína. Vanliga sigur man at nósin livir soleiðis uppi á landi sínar fyrstu tríggjar vikur. Í meðal verður roknað við, at opnan gevur nósanum at súgva í 18 dagar.

Tá er nósin komin somikið væl fyri seg, at hann kann klára seg sjálvan og fer á sjógv. Tað sæst á skinninum, at hann er við at missa ullina.

Tá vit komu framat hesum lítla í morgun, lá hann og ristist, men tóktist annars at vera sera væl fyri, hann bæði glepsaði og fýsti eftir okkum. Bjarni Mikkelsen frá náttúrugripasavninum sigur, at orsøkin til at hann ristist, er at hann genererar hita. Tað er eins og hjá okkum menniskjum, vøddarnir byrja at arbeiða tá vit gerast køld og endamálið tá er heilt annað nakað annað hjá vøddunum, tí tá royna teir at fáa generera hita til kroppin.

Teir eru kvikir, leggur Bjarni afturat, tú kanst skjótt vera bitin, um tú kemur ov nær. Ein bakteria finst eisini ímillum kópar, og hon hevur við sær, at verður tú bitin, so kemur fyrst bruni í, men síðani verða spengurnar stívar í hondini. Sjálvur havi eg og onkur av familju míni verið plágað av hesum síðani vit bardust við kópar, tá eg skuldi skriva spesialið og vit gjørdu nakrar kanningar av kópi.

Eg havi ikki hoyrt tað áður, sigur Bjarni Mikkelsen, men í síðstu viku ringdi ein kona í Dali um ein nósa, ið var komin upp á land har. Hon segði mær, at hon visti um ein mann, ið var bitin av kópi, og sum tí hevði fingið skaðað í beinið og var haltur restina av lívinum.

Í Grønlandi kenna teir fyribrigdið við hesi bakteriuni. Fyribrigdið verður nevnt Sealers finger, ímeðan normenn nevna fyribrigdið Spækfinger, vit her hava einki heitið fyri fyribrigdið.

Latið nósarnar fáa frið, sigur Bjarni Mikkelsen at enda, teir eru føddir at vera í havinum. Tað einasta teir hava brúk fyri landinum til, er tá teir skulu hava hvølpar, annars kunnu teir liva alt lívið á sjónum. Tað at nósarnir koma upp á land hesa tíðina er bert ein partur av náttúruni, sum vit ikki skulu órógvað ov nógv. Tó so, liggja teir kanska til ampa, so er at fáa teir á sjógv aftur, so teir kunnu leggja seg eitt hóskiligari stað, hava teir brúk fyri tí.