Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flogbóltur, steypakappingin: Mansliðini funnin til hálvfinalurnar

FBF

Tað gjørdist SÍ sum í gjár tryggjaði sær 1. plássið í bólki 1 hjá monnunum í steypakappingini, tá teir vunnu 3 – 2 ímóti Ternuni av Toftum.

Tað gjørdist SÍ sum í gjár tryggjaði sær 1. plássið í bólki 1 hjá monnunum í steypakappingini, tá teir vunnu 3 – 2 ímóti Ternuni av Toftum.

Settini endaðu 25 – 20, 25 – 17, 22 – 25, 21 – 25 og 15 – 10. Ternan kemur eisini víðari sum nr. 2 í bólkinum.

Í bólki 2 gjørdist ÍF bólkavinnari, tá teir í fríggjakvøldið vunnu 3 – 0 á Fleyr b. Settini endaðu 25 – 19, 25 – 11 og 25 – 18, og eru tað sostatt ÍF og Fleyr a, sum koma víðari í hálvfinalurnar, sum verða í Høllini á Hálsi hin 2. Januar.

Dystirnir í halvfinalunum verða hesir:

ÍF – Ternan

SÍ – Fleyr a

Harleyfacadeacryl