Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Steypafinalur, flogbóltur: Høllin á Hálsi klár

FBF

Tórshavnar Kommuna og starvsfólkið í Høllini á Hálsi hava nú gjørt høllina klára til hálvfinalurnar í steypakappingini í flogbólti, sum verða komandi leygardag 2. januar – fyrsta stóra ítróttartiltakið í nýggja árinum.

Íalt 4 dystir verða leiktir, og verða teir í hesi raðfylgju:

Dystur 1: 13,00 TB – SÍ kvinnur

Dystur 2: 15,00 SÍ – Fleyr menn

Dystur 3: 17,00 ÍF – Ternan menn

Dystur 4: 19,00 KÍF – Fleyr kvinnur

Leikt verður á taraflexgólvinum, sum Flogbóltssamband Føroya keypti fyri nøkrum árum síðani við stuðli frá Tórshavnar Kommunu, Mentamálaráðnum, Altjóða Flogbóltssambandinum FIVB, og so var eisini stórsti parturin eginfígging.
 
Fram til dystirnir verða leygardagin hava liðini í hálvfinalunum møguleika at venja í høllini og venja seg við serliga gólvið, sum er lagt á.
 
Roknað verður við 4 sera spennandi dystum millum liðini av Tvøroyri, Toftum, úr Sørvági, Havn, Kollafirði og Fuglafirði.
 
Vinnandi liðini leika seg beinleiðis í steypafinalurnar, sum verða í Høllini á Hálsi hin 20. februar 2016.
Harleyfacadeacryl