Á stóru internetavísini hjá BBC NEWS, har skrivað verður mikið og mangt uttan úr heimi – m.a. um deyða David Bowie´s, er eisini grein sum umtalar, at borgarstjórin í Klaksvík hevur í skrivi til Wick bjóðað til samráðingar um at loysa Klaks-Wick stríðið.
Á stóru internetavísini hjá BBC NEWS, har skrivað verður mikið og mangt uttan úr heimi – m.a. um deyða David Bowie´s, er eisini grein sum umtalar, at borgarstjórin í Klaksvík hevur í skrivi til Wick bjóðað til samráðingar um at loysa Klaks-Wick stríðið.
–Ein føroyskur borgarstjóri hevur boðið sær at hitta býráðslimirnar í Wick í Caithness at greiða fløkjuna, sum er íkomin vegna tað, at tey í vinarbýnum, Klaksvík, drepa grind.
–Hinvegin mælir Gail Ross, umboð fyri býráðið í Wick, til,at enda vinarbýarsambandið júst vegna tað,at tey í vinarbýnum, Klaksvík, drepa grind.
Síðani verður víst til og endurgivið úr brævinum hjá borgarstjóranum í Klaksvík, Jógvan Skorheim, sum varð sent til Wick fyri kortum. Eisini verður sagt, at Hr. Jógvan Skorheim leggur afturat, at føroyingar lata sær ikki siga av øðrum, hvussu menatnararvur teirra verður havdur í hevd.
So sigast kann, at BBC hevur víst skrivinum hjá borgarstjórin í Klaksvík ans – Um niðurstøðan so verður at slíta vinarbýarsambandið millum Klaksvík og Wick-ella borgarstjórin í Klaksvík verður tikin uppá ráð, so at niðurstøðan hjá býráðnum í Wick verður at fylgja áheitanini um, at verða kunnað betur um mentanina í Føroyum og Klaksvík, har m.a. grindadráp er ein lutur – ja, tað fer tíðin at vísa.
Komandi mikudagin tekur býráðið í Wick málið um vinarbýarsambandið millum Wick og Klaksvík til viðgerðar.
Greinin kann lesast her:
http://www.bbc.com/news/uk-scotland-highlands-islands-35280112




