Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Brúkarin velur ársins bestu lýsingar

Felagið Føroysk Marknaðarfólk

Felagið Føroysk Marknaðarfólk leitar eftir ársins bestu lýsingum, og biður føroyska brúkaran taka avgerðina. Hetta er triðja árið á rað, at felagið heiðrar teimum bestu avrikunum innan føroyska marknaðarføring. Endaliga avgerðin fellur fríggjakvøldið 15. januar 2016.

Felagið Føroysk Marknaðarfólk leitar eftir ársins bestu lýsingum, og biður føroyska brúkaran taka avgerðina. Hetta er triðja árið á rað, at felagið heiðrar teimum bestu avrikunum innan føroyska marknaðarføring. Endaliga avgerðin fellur fríggjakvøldið 15. januar 2016.

Á ársveitsluni hjá Felagnum Føroysk Marknaðarfólk, ið er áhugafelag fyri fólk, ið arbeiða innan marknaðarføring í Føroyum, verða ársins bestu lýsingar í Føroyum kosnar.

Talan var um fýra ymiskar virðislønir, sum føroyski brúkarin hevur møguleika at atkvøða um á Facebook-síðuni hjá felagnum. Finnast skal ársins besta statiska lýsing, besta dynamiska lýsing, besta marknaðartiltak og besta átak á sosialu miðlunum.

Harumframt letur nevndin í felagnum eitt serligt heraklapp til einstakling, felag ella fyritøku, sum hevur gjørt eitt serstakt ella slóðbrótandi avrik innan føroyska markanðarføring farna árið.

Tað er nevndin í felagnum, sum hevur tilnevnt tær ymisku lýsingarnar, ið føroyski brúkarin síðan kann atkvøtt um á internetinum. Einasta kravið fyri at vera tilnevndur í kappingini var, at lýsingin hevur verið brúkt ella sædd í Føroyum í 2015.

Flestu stóru fyritøkurnar í Føroyum teljast millum tey tilnevndu í ársins lýsingarkapping. Til ber at atkvøða um ársins bestu lýsingar í Føroyum her: facebook.com/FelagidForoyskMarknadarfolk. Atkvøðast kann fram til hóskvøldið, 14. januar 2016.