Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Finnbogi við Gjónna in memoriam

pmp


f. 6. Januar 1939 – d. 12. Januar 2016


Við Gjónna hoyrist sorgarljóð,
nú Finnbogi er farin,
her búðu hann og hansar góð,
her bygdI hann teim garðin.

Tit livdu her í ró so kær,
sum hjún í frið og sælu,
og vóru okkum dreymapar
í verki og í talu.

Tit fingu tríggjar synir við,
so hvørt sum ár tey runnu,
teir vuksu upp við tykkar lið,
til egna rók teir funnu.

Tú virkin vart, ja, meir enn fleir,
á landi og á sjógvi,
tú vild altíð meir og meir,
alt gróð á tínum hógvi.

Tú bart í tær tey ættarbrá,
sum snildir mangar vístu,
og í tær virkisfýsni lá,
sum hug og hegni hýstu.

Og trúskapur tær lá í lund,
vit kundu til tín leita,
tú álit vart í hvørji stund
til vinarhond at veita

Um sjúka rendi teg um koll,
og lív ei meir var gaman,
so var Katrina altíð holl,
og øll tit stóðu saman.

Tú vanst teg aftur fleiri ferð,
tú vart sum altíð treiskur,
tú tolin vart í sjúkuverð,
um dagur hvør var beiskur.

At enda náddi deyðin teg,
um tú mót lív teg toygdi
og trá tín lá til lívsins veg,
teg deyðin loksins boygdi.

Nú hvíld sær fann títt jarðar hold,
har frægir undan fóru,
har einglar andan upp úr mold
til ævinleikan bóru.

Tú reisti varða við tín veg,
ja, heilt til evsta liðið,
so vit við virðing æra teg:
Vár vinur: “Hvíl í friði.”

Liv heilur nú í Himnalon,
sum goymir nú tín anda,
øll bygdin saknar sárt sín son,
– eg vin og farnan frænda.


Til tykkum, sum hann átti her,
í heim og stovu inni,
tit eiga nú, hann fór á ferð,
enn livandi hans minni.

Tí gleðast kunnu tit í sorg,
tá áin kínir lónna,
tí eftir stendur minnisborg
hjá Finnboga við Gjónna.


pmp