Tórshavnar býráð er farið í holt við at yvirtaka privatu vegirnar í høvuðsstaðnum, soleiðis at hesir áhaldandi verða hildnir við líka.
Tórshavnar býráð er farið í holt við at yvirtaka privatu vegirnar í høvuðsstaðnum, soleiðis at hesir áhaldandi verða hildnir við líka.
Í nógvum býlingum í Tórshavnar kommunu eiga borgararnir sjálvir vegirnar, og teir hava eisini ábyrgdina av at halda vegirnar við líka. Hetta er sera kostnarmikið, og tí verður viðlíkahaldið í nógvum førum ikki gjørt.
Nógvir av vegunum eru í so ringum standi, at teir lúka ikki vanligar treytir og eru til vanda fyri koyrandi feðslu og gongufólk.
Tórshavnar kommuna hevur tískil í umbúnaði at yvirtaka privatu vegirnar frá borgarunum, so at tað verður kommununa, sum fær ábyrgdina av at asfaltera og halda vegirnar við líka.
Á henda hátt skal sleppast undan holutum og vánaligum vegum í teimum ymiskum býlingunum í Havn, har viðlíkahaldið í veruleikanum hevur rikist aftur og fram millum borgararnar og kommununa.
Henda ábyrgdin verður sostatt tikin av herðunum hjá borgarunum og løgd á kommununa, sum síðani skal síggja til, at vegirnir eru á einum nøktandi støði um allan høvuðsstaðin.
Neyðugt er við øktari játtan til hetta virksemið, og ein samd teknisk nevnd samtykti í gjár at arbeiða víðari við málinum.
Bogi Andreasen, limir í tekniskunevnd
Tórshavnar Kommunu