Eldrasamkoman í Betesda fríggjadagin kl. 15-17
Komandi fríggjadag kl. 15 verður aftur Eldrasamkoma í Betesda.
Á hesari Eldrasamkomuni fer Arnstein Niclasen, sum livdi síni barna- og ungdómsár í Klaksvík, at greiða frá og hugleiða.
Hvat sangi viðvíkir, so fer at verða dentur lagdur á felagssang, og tey sum hava okkurt sangynski, kunnu hugsa um tað til tá.
Síðani verður sum vanligt hugnaprát við einum góðum drekkamunni.
Øll er vælkomin.




