Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

100 mió. almennar krónur til sølu ella leigu í Havn

John William Joensen

Tórshavnar havn keypti saltsølubygningin í 1995 frá trotabúgvi fyri kr. 1,5 mió. Og tá bygningurin eftir ætlan er liðugur í summar kosta teir gott 7.100 fermetrarnir Tórshavnar Havn og Tórshavnar Kommunu næstan 100 mió. Kr.. Býráðið hevði stórar ætlanir við húsinum, men so varð bygningurin lýstur til sølu. Og enntá arbeiður kommunan við ætlanum um at selja ella leiga bygningin til Hotelvirksemið???

Tórshavnar havn keypti saltsølubygningin í 1995 frá trotabúgvi fyri kr. 1,5 mió. Og tá bygningurin eftir ætlan er liðugur í summar kosta teir gott 7.100 fermetrarnir Tórshavnar Havn og Tórshavnar Kommunu næstan 100 mió. Kr.. Býráðið hevði stórar ætlanir við húsinum, men so varð bygningurin lýstur til sølu. Og enntá arbeiður kommunan við ætlanum um at selja ella leiga bygningin til Hotelvirksemið???

Søgan um Sjóvinnuhúsið í stuttum:

Fram til summarið 2011 leigaði M.J. Saltsøla siloina, tá teir valdu at flyta á annað stað.

Saltsølan verður Silicon Valley

Tann 27. august 2013 er formaðurin í Vinnunevndini hjá Tórshavnar Býráð í útvarpstíðindasending hjá Kringvarp Føroya, har hann sigur at ætlanin er at nútímansgera bygningin hjá Tórshavnar Havn fyri 45 mió. Kr. og at Vinnunevndin í Tórshavnar kommunu ímyndar sær eitt kveikingarstað eins og “Silicon Valley” á Vestaru bryggju.

….. Bygningurin skal nýtast til at hýsa fyritøkur, sum hava eitthvørt við sjógvin at gera, og pláss verður fyri 15 til 20 fyritøkum….., verður sagt í samrøðuni.

Samrøðan kann hoyrast her


Tann 14. August 2014

samtykkir býráðið at samlaða “nútímansgerðin” skal kosta 73,9 mió. kr. og við keypsprísið, projektering v.m. hevur Tórshavnar Havn brúkt góðar 100 mió. kr. uppá Saltsølubygningi.

Í 2007 gjørdi Kommunalaeftirlitið greitt yvir fyri Gøtu Kommunu at kommunulógin loyvir ikki kommunum at reka vinnuligt virksemið. Sum grundregla kann ein kommuna heldur ikki leiga út, men tó kann verða undantak um kommuna hevur yvirkapasitet og hesin yvirkapasitetur kann merkja tap fyri kommununa. Undir øllum umstøðum kann ein kommuna ikki byggja seg til ein yvirkapasitet……. skrivar kommunala eftirlitið í niðurstøðu síni – SÍ HER!


Skal brúkast til kommunal endamál

Kommunala eftirlitið bað síðani Tórshavnar Kommunu um at greiða frá hvørjum kommunalum endamálið verkætlanin við Sjóvinnuhúsinum/Saltsøluni tænti. Svarið frá býráðnum var at bygningurin skuldi brúkast til virksemi hjá Tórshavnar Havn og til umsitingina hjá býráðnum.


Tórshavnar Kommuna svarar Kommunala eftirlitinum

Áðrenn bygningurin varð umvældur húsaðust; Sp/f Gráastein, Sjóvinnubúðin, Havstovan, Váðasteinur, Det Norske Veritas, Sekstant sp/f, Navit, Knud E. Hansen og Vikmar í bygninginum og í brævið til kommunala eftirlitið skrivar Tórshavnar Kommuna at nú er ætlanin at loyva hesum somu fyritøkum inn aftur at leiga.

Sambært brævinum frá kommunustjóranum er ætlanin bert at leiga út yvirkapasitet til vinnufyritøkur sum eru kníttar at virksemi í sjóvinnu.

Í brævinum til kommunala eftirlitið verður upplýst at bygningurin nú er “umvældur” fyri 90 mió. Kr. og umvælingakostnaðurin pr. m2 er kr. 13.000,-.


Hava umvælt seg til betri pláss

Kommunustjórin skrivar í brævinum at eftir umvælingina (90 mió) verður størri partur av bygninginum enn frammanundan nýtiligur og umhugsar kommunan at nýstovnaða nýskapanarhúsið “Hugskotið” kann flyta inn…..

…. Umframt hevur Tórshavnar Kommuna samráðingar við almennan granskingar- og menningarstovn um møgulig leiðumál í Sjóvinnuhúsinum…..

Frágreiðingin frá Kommunustjóranum stendur ikki sørt í andsøgn til útmeldingar frá býráðnum um at nýggja Sjóvinnuhúsið skal verða eitt framkomið íverksetarahús í einum altjóða umhvørvið. (les her)

Sí bræv frá kommunustjóra til kommunala eftirlitið (pdf) niðanfyri:

Skriv til Almannamálaráðið – Kommunudeildina viðv. Sj  


Kommunala eftirlitið

skrivar í niðurstøðuni sum er send Tórshavnar Býráð tann 26. September 2014:

…. Bygningurin má fyrst og fremst brúkast til kommunal endamál. Einans tann parturin av bygninginum sum kommunan hevur ov nógv, kann leigast til vinnuligt endamál. Tórshavnar Kommuna má tí ongantíð taka kommunalt virksemi út úr bygninginum fyri at geva privatu vinnuni betri pláss í bygninginum. Tað er sostatt ikki áhugin fyri leigumálu frá privatum, sum skal verða avgerandi fyri hvør húsast í bygninginum, men heldur tað kommunala virksemi……

LES SVAR FRÁ TH.KOMMUNU HAR KOMMUNAN UNDIRSTRIKAR AT GLASHÚSIÐ SKAL BRÚKAST TIL SAMA VIRKSEMI SUM VAR Í HÚSINUM FRAMMANUNDAN 

niðurstøða viðvíkjandi umvælingararbeiðið av Sjóv

Kommunan skal flyta inn í bygningin

Tann 15.10.2015 skrivar KVF.fo at Vinnunevndin í Tórshavnar býráð hevur samtykt, at býráðssalur skal gerast í saltsiluni á Vestaru bryggju. Tórshavnar kommuna ætlar at gera ein nýggjan býráðssal í saltsiluni á Vestaru bryggju. Kostnaðurin verður mettur til 18,3 mió. kr. 

Boðað verður frá at bygningurin nú skal húsa almennu umsitingini hjá býráðnum.

Men nú er bygningurin lýstur til sølu og so er spurningurin um keypari er til reiðar at rinda 100 mió. kr. fyri bygningin. Bygningurin kann neyvan seljast fyri minni, tí so missir kommunan pengar. 

Í lýsingini í Dimmalætting í gjár stendur, at møguleiki er at gera langtíðar leiguavtalu (30 ár) um ætlanin ikki er at keypa.
Hetta seinasta tykist løgið tí kommunala eftirlitið hevur staðfest at ein kommuna kann ikki byggja til vinnuligt virksemi, herundir útleigan – so seinasta orði er neyvan sagt.

Sambært KVF skal bygningurin nú brúkast til Hotell sí her http://kvf.fo/netvarp/sv/2016/02/02/20160202sjovinnuhusidtilsolu#.VsUCNRiyRqQ<

– Livst so spyrst.


——–


Úr skjalasavninum hjá Tórshavnar Kommunu.

Tann 29. Mars 2012

samtykkir Tórshavnar Býráð eina ætan at klæða Saltsølubygningin og arbeiðið verður mett at kostað 20 mió. kr., sum skal fíggjast av íløgum hjá Tórshavnar havn fyri 2012. Í skjalatilfarinum frá viðgerðini í býráðnum er greitt at talan er um eina stásiliga ætlan hjá kommununi at stimbra vinnilívið:

….. bygningurin eigur at innrættast soleiðis, at hann kann brúkast til ymiskar tørvir, og til fleiri smærri og kanska onkra miðalstóra fyritøku. Leiguupphæddin verður avspeglað í íløgukostnaðinum, tí skulu loysnir finnast, har tað er ein standard leigupakki, hvar tað so er møguligt at velja ymiskar kvalitetir til.

…..Umsitingin hevur arbeitt víðari við uppskotinum um leigukonsept og skipan av innihaldi í saltsølubygninginum……

Tilmæli frá havnameistaranum: Mælt verður til at at taka undir við uppskotinum, og at leggja tað alment fram, soleiðis at møguligir leigarar kunnu geva sín áhuga til kennar.

….. Góðskustøðið á ymsu økjunum verður fjølbroytt. Av tí, at verkstøð og goymslur skulu virka í sama bygningi sum matstova og skrivstovur, verður spennið stórt millum rá arbeiðsrúm og tignarlig fundarrúm…..

…..Ætlanin er, at nýbyggingin skal liva upp til øll dagsins krøv til nýmótans altjóða skrivstovu umhvørvi, samstundis sum spor av gamla saltsølubygninginum verða varðveitt. T.d. er ætlanin, at innsíðan av útveggjum eru gomlu betongveggirnir, sum bert verða pussaðir og málaðir….

Skrivstovuøkini liggja fram við útveggjunum, við undantak av á 1.- 2.- og 3. hædd, har onki ljós kemur til í tí partinum, sum vendir norðureftir móti Bacalao. Skrivstovuøkini verða skyldraði frá høvuðsgongdini gjøgnum bygningin, men ikki deild upp í smærri skrivstovur. Loysnir fyri uppdeiling í smærri skrivstovur skal finnast, sum so leigarin ger eftir tørvi……..Bygningurin verður upphitaður við sjógvhita…..

……Mettur kostnaður fyri innrætting 59 mió.

…….Aftan á at leigukonseptið fyri bygningin hevur ligið alment frammi, hevur tað verið ein ávísur áhugi fyri at leiga í bygninginum, men tað eru ikki allir leigararnir, sum hóska so væl til ætlaninar, tað at fyritøkurnar í høvuðsheitum skuldu arbeiða við sjóvinnu og menning av hesari. ……Mælt verður eisini til, at gera eitt sokallað «memorandum of understanding» við tær fyritøkurnar, sum hóska til konseptið, soleiðis at tær kunnu flyta inn í bygningin, tá hann er liðugt umvældur……..Býráðið 12. desember 2013: Einmælt samtykt.

Tilboðini vóru lætin upp tann 16. juni 2014.

Áðrenn farið varð undir projektering av innrætting, varð samlaði kostnaðurin mettur til kr. 59 mió……Beint áðrenn tilboðini vórðu opnaðið, metti rágevarin at kostnaðurin bleiv kr. 64,5 mió, umframt ókent og projektering/eftirlit. Fyri at fáa kostnaðin nakað niður hava samráðingar verið við teir, sum høvdu tey lægstu tilboðini, umframt at sjógvhitin og fyrilestrarsalurin í siloni er tikin burtur úr projektinum.

Í staðin fyri sjógvhita, er gjørt klárt til at binda í ein møguligan framtíðar fjarðhita.

…… Aftan á samráðingar er støðan hendan:

Meting 2013 – samlaði kostnaðurin kr. 59 mió.

Nýggj meting gjørd í 2014 segði 64,5 mió kr.

Tá tilboðini vóru komin inn í 2014 var prísurin 75 mió. Kr.

Tá sáttmálið var undirskrivaður við arbeiðstakarar var prísurin 73,9 mió. Kr.

(bygnings. 32,5 – Gólv 2,1 – Máling 1,6 – Múrari 5,2 – EL 8,6 – HVS 14,5 – Trygging, eftirlit o.a ókent 9,4)

Um tikið verður undir við at innrætta fyri 73,9 mió kr., er samalði kostnaðurin fyri innrætting og klæðing umleið 94 mió. Kr.

……Hetta merkir, at býráðið fáa 7.100 m2 fyri góðar 13.200 kr/m2….

Havnameistarin mælir til at gera arbeiðtøkusáttmálar sambært nevnda uppskoti, og at játta 73,9 mió kr, at fíggja av íløgum hjá Tórshavnar havn fyri 2014 og 2015.

Fíggjarnevnd 14. august 2014:

Ein meiriluti, Heðin Mortensen, Tróndur Sigurðsson, Sjúrður Olsen og Annfinn Brekkstein, samtykkir at taka undir við vinnunevndini og beinir málið í býráðið. Ein minniluti, Jógvan Arge, tekur støðu á seinni fundi.

Býráðsfundir 14. august 2014:

Marin Katrina Frýdal setti fram soljóðandi broytingaruppskot: Mælt verður til, at bygningurin burturav verður upphitaður við sjóvarhita, og at málið verður beint aftur í vinnunevndina til at útvega neyðuga fígging.

Fyrst varð atkvøtt um uppskotið hjá Marinu Katrinu Frýdal at beina málið aftur í nevnd, ið fall við 5 atkvøðum fyri og fimm ímóti, meðan 4 býráðslimir ikki greiddu atkvøðu.

Fyri atkvøddu: Jógvan Arge, Elin Lindenskov, Sigrún Mohr, Jákup Dam og Marin Katrina Frýdal. Ímóti atkvøddu: Heðin Mortensen, Tróndur Sigurðsson, Bogi Andreasen, Annfinn Brekkstein og Sjúrður Olsen. Greiddu ikki atkvøðu: Bjørghild Djurhuus, Helena Dam á Neystabø, Halla Samuelsen og Jákup Dam.

Jógvan Arge setti síðani fram soljoðandi broytingaruppskot:

Mælt verður býráðnum til at taka undir við, at bygningurin burturav verður upphitaður við sjóvarhita, fíggjað av íløgum hjá Tórshavnar havn fyri 2014 og 2015. Broytingaruppskotið hjá Jógvani Arge fall við 3 atkvøðum fyri og 8 ímóti. 2 býráðslimir greiddu ikki atkvøðu. Fyri atkvøddu: Jógvan Arge, Jákup Dam og Marin Katrina Frýdal.

Ímóti atkvøddu: Heðin Mortensen, Tróndur Sigurðsson, Bogi Andreasen, Annfinn Brekkstein, Sjúrður Olsen, Bjørghild Djurhuus, Helena Dam á Neystabø, Halla Samuelsen. Greiddu ikki atkvøðu Elin Lindenskov og Sigrún Mohr.

Borgarstjórin setti síðani fram soljóðandi broytingaruppskot:

Mælt verður býráðnum til at taka undir við vinnunevndini við teirri broyting, at spurningurin um endaliga orkuloysn verður lagdur fyri býráðið aftur í seinasta lagi um tveir mánaðir.

Broytingaruppskotið hjá borgarstjóranum varð samtykt við 10 atkvøðum fyri, ongari ímóti, og 3 býráðslimir greiddu ikki atkvøðu.

Fyri atkvøddu: Heðin Mortensen, Elin Lindenskov, Tróndur Sigurðsson, Bogi Andreasen, Annfinn Brekkstein, Sjúrður Olsen, Bjørghild Djurhuus, Helena Dam á Neystabø, Halla Samuelsen og Sigrún Mohr.

Greiddu ikki atkvøðu: Jógvan Arge, Jákup Dam og Marin Katrina Frýdal.

Harleywoodpaint