Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kavamangul í Grønlandi

Helgi Abrahamsen

Um smáar tvær vikur byrja Arktisku Vetrarleikirnir (Arctic Winter Games) í Nuuk. Talan er um størsta tiltakið av sínum slag nakrantíð í søgu Grønlands, har umleið 1.400 ítróttarfólk úr londunum norðast á klótuni fara at kappast í 15 ítróttargreinum.

Men tað sum hevur givið fyrireikarunum kaldar føtur (ella kanska heitar føtur) er spurningurin, um tað fer at verða nóg mikið av kava í Nuuk meðan leikirnir eru. Veturin hevur nevniliga verið sera lýggjur og turrur í grønlendska høvuðsstaðnum.

Hava fingið kavakanónir

Fyrireikararnir av leikunum eru tó ikki heilt ráðaleysir. Tey hava nevniliga fingið fatur á tveimum kavakanónum, ið kunnu geva nakað av kava, og eisini verður arbeitt við møguleikanum at flyta kava til støðini, har skikappingarnar eru. Nógvar av ítróttargreinunum verða tó ikki íðkaðar í kava.

Í gjár var stormur í Nuuk, men hóast tað reyk illa, so gjørdist kavin ikki tjúkkur.