Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjúrður Olsen: Róaldur verður ársins leikari

Jákup Ósá

5 spurningar um Effodeildina: AB viðhaldsmaðurin væntar, at AB fær eitt betri úrslit enn í fjør.

5 spurningar um Effodeildina: AB viðhaldsmaðurin væntar, at AB fær eitt betri úrslit enn í fjør.

Sjúrður Olsen hevur áður verið formaður í FC Argir, sum rekur besta mansliðið hjá AB. Hann fylgir væl við gongdini í Effodeildini framvegis. AB er eftir hansara meting nóg gott til at fáa framgongd á stigatalvuni hóast stóra útskifting.

Sjúrður tippar, at endaliga støðan verður hendan:

1: B36

2: NSÍ

3: Víkingur

4: HB

5: KÍ

6: ÍF

7: AB

8: Skála

9: TB

10: B68

Hví væntar tú, at júst B36 vinnur FM?

Eg vænti, at B36 vinnur kappingina av tí einføldu orsøk, at teir hava tann besta og breiðasta hópin Tað er eisini perfektur miðalaldur í hópinum.

Hvør verður ársins leikari í Effodeildini í ár?

Róaldur Jakobsen ( B36)

Hvør leikari fær sítt gjøgnumbrot hjá AB í ár?

Karstin Højgaard ella Bjarki Nielsen. Tveir evnaríkir ungir álopsleikarar.

Hvat er lykilin til eitt gott úrslit hjá AB?

Tað er sera umráðandi at fáa tann offensiva partin av liðnum at fungera og sjálvandi at fáa liðið væl samanspælt til kappingin byrjar. Eisini er tað týðandi, at profilar á liðnum sláa til sum eitt nú Símun Samuelsen. Og kanska fáa Kára Nielsen í gaggurnar aftur.