Hetta vikuskiftið verður gott vetrarveður – soleiðis sum flestu okkara dáma veðrið um veturin. Tað fer at vera kalt við einum sindri av kavaavfalli; vindurin verður lítil og eingin.
Høgættarrákið í dag stavar úr einum hátrýsti yvir Grønlandi. Kalda luftin fer spakuliga fram við okkum niður ímóti einum lágtrýsti, sum stendur yvir Bretlandi. Hetta luftrák fer at halda áfram í dag, ættin fer at snara seg út landnyrðingi og upp ímóti landnyrðingi-norðuri. Vindferðin í dag fer at liggja ímillum 5 og 10 m/s . Tá ið kalda luftin verður noydd at fara upp um fjøllini, kann væntast at kavi fer at detta niður úr skýggjunum. Hitin í dag fer at liggja úr frostmarkinum og eitt ella tvey stig upp.
Í morgin – leygardagin – fer ættin at vera landnyrðingur-norðan. Út ímóti kvøldi fer ættin upp í norðan og seinni yvir í útnyrðingi-norði. Tá fer vindurin at minka niður um 5 m/s. Htin allan leygardagin fer at liggja um frostmarkið – kanska eitt ella tvey stig omanfyri. Leygardagurin verður líkur fríggjadegnum – tá ið hugsað verður um avfall. Kavælingar – serliga norðantil – men eisini løtur við klárum veðri og sól.
Sunnudagurin verður eitt lítið sindur øðrvísi. Eitt veikt lágtrýst yvir Íslandi fer at stinga eitt trog niður yvir okkum, og tí fer eitt veikt rák við eitt sindur lýggjari luft at reka yvir Føroyar í nakrar tímar. Ikki nógvur vindur ta løtuna – 3 til 7 m/s úr landsynningi og suðuri. Hitin fer eitt vet upp, og tí verður vátaslettingur í ælingunum í staðin fyri kava. Høgættin verður tó aftur um kvøldið.
Gott vikuskifti.




