Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skulu kunna taka pensjónina til Danmarkar

Sonja Jógvansdóttir

Fyritíðarpensjónistar skulu kunnu taka sína fyritíðarpensjón við sær til Danmarkar ella Grønlands um tey ynskja at flyta, tískil hevur Sonja J. Jógvansdóttir, lagt uppskot fyri tingið, sum broytir verandi pensjónslóg. Uppskotið kemur í gildi beinanvegin, og fer úr gildi aftur 31. desember 2018, Hetta gevur landsstýrinum eina rímiliga tíðarfreist at fáa eina avtalu í lag.

Í løtuni eru fyritíðarpensjónistar, ið kundu hugsa sær at búsett seg í Danmark ella Grønlandi fyri vanbýti, tí til ber ikki at taka pensjónina við sær til Danmarkar ella Grønlands. Hetta er ein kend støða, og eru fyritíðarpensjónistar mangan setstir aftur vegna hesa tvørrandi umstøðu. Skuldi viðkomandi til annað norðurlendskt land er einki til hindurs fyri at taka pensjónina við.

”Hetta er órættvíst, og vit í løgtinginum kunnu lættliga loysa henda trupulleika, so fyritíðarpensjónistar, sum t.d. ætla sær at flyta til Danmarkar, ikki nýtast óttast at missa sína pensjón, sigur Sonja J. Jógvansdóttir, løgtingskvinna.”

Hetta lógaruppskot ger tað møguligt hjá fyritíðarpensjónistum at flyta til Danmarkar ella Grønlands uttan at skula í nakra nýggja skipan og uttan at skula óttast fyri at missa lívsgrundarlagið. Ætlan hevur í áravís at fáa avtalu millum Føroyar, Danmark og Grønland um hesi rættindi, men hetta arbeiðið hevur drigið út.

”Tað ber ikki longur til at bíða, tí vit vita, at fleiri fólk eru í klemmu av hesi vantandi áseting, og trupulleikin er lættur at loysa, soleiðis at ongin nýtist koma í trupulleikar av tvørrandi umstøðum landanna millum, sigur Sonja J. Jógvansdóttir.”

Harleywoodpaint